Afrikas Renaissance

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Afrikas Renaissance varð avdúka á 50 ára degnum síðan Senegal í Afrika fekk sjálvstýrið - 4. apríl í 2010. Standmyndin vísir ein vælbygdan mann, eina kvinnu og eitt barn, ið skoða út yvir Atlantshavið. Hon skal vera eitt tekin um framgongd og samanhald, sigur forsetin í Senegal, Abdoulaye Wade.

Standmyndin, ið hevur fingið navnið Afrikas Renaissance, hevur kosta 113 milliónir krónur at byggja og er størri enn Frælsisgudinnan í New York City. Sambært kritikarum vísir standmyndin onki annað enn persónlig mál og stórheits øði hjá forsetanum.