Abstraktur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Abstraktur (av lat. abstrahere, "draga frá"). Úrtøkur, óítøkiligur. Tað mótsetta av ítøkur, ítøkiligur. Orðið abstraktur hevur verið nógv brúkt um modernaða myndlist, sum leggur høvuðsdent á form meira enn nágreiniliga søguliga lýsing. Í sambandi við tekst verður orðið abstraktur brúkt um heiti og orðingar, sum lýsa hugmyndir og hugtøk, t.d. eru gleði, sorg, góðska, óndskapur, forvitinskapur, óendaligleiki a. hugtøk. Tann abstrakta ella úrtøka orðingin verður hildin at tala til skilvísið og til heimspekiliga hugsan, t.d. orðingin "lív menniskjans í gleði og sorg frá føðing til deyða". Tann ítøka orðingin verður ofta hildin at tala meira til kenslurnar: sagt verður t.d. frá einum einstaklingi, sum er føddur í einum ávísum stað og er fyri ávísum hendingum, sum gleða hann ella gera hann syrgnan, og at enda doyr hann sín ítøka deyða í ávísum stað og ávísari løtu.