A Portuguesa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

A Portuguesa er tjóðsangurin í Portugal. Tittulin merkir hin portugisiska. Henrique Lopes de Mendonça yrkti tekstin, Alfredo Keil setti lag til. Sangurin varð viðurkendur sum tjóðsangur í 1910 ella 1911.

Sangurin varð yrktur av tjóðskaparsinnaðum portugisum, ið vóru uppøstir um, at bretar settu fram krøv til portugisar viðvíkjandi Afrika, har Portugal í nógv ár hevði havt hjálond.

Sangurin hevur framvegis sama innihald, og snýr seg millum annað um fornermilsi og pínligheit, tí soleiðis uppfataðu portugisar bretsku krøvini. Seinasta reglan í niðurlagnum var upprunaliga Contra os bretões marchar, marchar, sum merkir Móti bretunum marchera vit, marchera vit. Nú er bretunum broytt til byrsunum.

Eins og føroyingar ofta gera, syngja portugisar ofta bara fyrsta ørindi umframt niðurlag, tá tjóðsangurin verður sungin. Ørindið og ein leyslig umseting eru at lesa niðanfyri.

Í 1956 vóru fleiri útgávur at hoyra av lagnum, bæði viðvíkjandi nótum og hvørji ljóðføri vóru sett til. Tí setti stjórnin eina nevnd at áseta eina almenna útgávu av A Portuguesa. Ráðharraráðið góðkendi uppskotið 16. juli 1957, og almenna útgávan er framvegis galdandi í dag.


A Portuguesa (fyrsta ørindi) Hero'is do mar, nobre povo / Naçao valente, imortal / Levantai hoje de novo / Os esplendor de Portugal / Entre as brumas da memória / Ó Pátria sente-se a voz / Dos teus egrégios avós / Que ha'-de guiar-te 'a vito'ria / Niðurlag: Às armas! Às armas! / Sobre a terra, sobre o mar! / Às armas! Às armas! / Pela Pátria lutar! / Contra os canhões marchar, marchar!


Leysliga umsett til føroyskt (fyrsta ørindi) Hetjur á sjónum, heiðurliga fólk / (valente) og ódeyðiliga tjóð / Nú er tíðin komin at rísa aftur / (Os esplendor) hjá Portugal / Úr tokutu minnunum / Áh faðirland, vit hoyra røddirnar / Hjá tínum stóru forfedrum / Sum skulu føra teg til sigurin / Niðurlag: Til vápnini! Til vápnini! / Á landi og á sjónum! / Til vápnini! Til vápnini! / At berjast fyri okkara faðirland! / At marchera móti byrsunum!


Keldur[rætta | rætta wikitekst]