AOI: Bionix

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

AOI: Bionix er sætta fløgan De La Soul hevur givið út, og onnur fløgan í Art Official Intelligence(AOI) røðini. Fløgan var útgivin í 2001, eitt ár eftir undanfarnu Art Official Intelligence: Mosaic Thump, og meiningin var at triðja og seinasta fløgan í røðini skuldi koma eitt ár eftir hesa, men hon var útsett grundað á trupulleikar í plátufelagnum Tommy Boys Records. AOI: Bionix var altso seinasta fløgan sum De La Soul góvu út gjøgnum Tommy Boys. Í mun til Mosaic Thump var Bionix skrivliga djúpri, og hevði meiri álvarsom evnir, men allíkavæl innhelt hon komisk innsløg. Eins og í fyrru AOI fløguni, so innihelt Mosaic Thump gestir frá sera ymiskum økjum og tíðum. Slick Rick, rappari frá seint í 80'inum, B-Real frá Cypress Hill, J Dilla, kendur framleiðari frá 90'inum, Cee Lo úr Goodie Mob, ein bólkur úr Atlanta, Devin the Dude, rappari úr Texas, og eisini R&B og neo soul sangarindir.

Innihaldsyvirlit[rætta | rætta wikitekst]

  1. Intro – 0:29
  2. Bionix – 2:43
  3. Baby Phat – 3:50 – (við Devin the Dude og Yummy Bingham)
  4. Simply – 4:05
  5. Simply Havin' – 0:48
  6. Held Down – 4:54 – (við Cee-Lo Green)
  7. Reverend Do Good #1 – 1:05
  8. Watch Out – 3:37
  9. Special – 3:36
  10. Reverend Do Good #2 – 1:14
  11. The Sauce – 2:25 – (við Philly Black)
  12. Am I Worth You? – 4:01 – (við Glenn Lewis)
  13. Pawn Star – 4:06 – (við Shell Council)
  14. What We Do (For Love) – 5:04 – (við Slick Rick)
  15. Reverend Do Good #3 – 2:20
  16. Peer Pressure – 5:09 – (við B-Real og Jay Dee)
  17. It's American – 1:09
  18. Trying People – 4:31