200 (rokkbólkur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
200 á palli.

200 (Tveyhundrað) er ein føroyskur rokk og punkbólkur. Navnið kemur av tí at limirnir í bólkinum eru 200 % fyri loysing. Bólkurin var stovnaður í 1996, tá ein samlingsfløga "Rock í Føroyum 2" av ymiskum tónleiki í Føroyum, skuldi innspælast. Limirnir í bólkinum eru; sang og gittar Niels Arge Galán, bass Mikael Blak, sum eisini spælur í norðurlendska bólkinum Yggdrasil, og trummur Uni Árting. Áðrenn spældu teir allir í einum øðrum bólki sum æt "Mold". Men tá bólkurin "Mold" var upploystur, valdu Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting at satsa uppá bólkin "200".

Sangirnir hjá 200 eru allir á føroyskum og eru merktir av skemti og sjálvsironi. Sangurin "Muscleman Blað", sum var ovast á føroyska hitlistanum í fleiri vikur, snúði seg um homoseksuelitet, og her talaði bólkurin at ágangi ímóti teimum samkyntu. Bólkurin kom fram á almenna pallin í ár 2001 í kappingini "Prix Føroyar" og gjørdist kendir bæði í Føroyum og Íslandi eftir hetta. Á Ólavsøku 2005 hevði Norðurlandahúsið, í teirra ólavsøkuframsýning, eitt 2,9 metur høgt roterandi papmaché listaverk, sum var ein fokk jú fingur, og 200 brúkti hetta listaverk sum dekoratión á teirra palli á konsertum.[1].

Fløgan Vendetta varð av allscandinavian.com kosin Besta fløguútgáva í Skandinavia 2012.[2]

Konspiratión[rætta | rætta wikitekst]

Eftir framførsluna á G! Festivalinum í 2005 við papmasché fokk jú fingrinum, var ein mynd at síggja á Nym.fo, sum er ein føroysk dagdvølja á netinum við skemti og øðrum, sum vísti 200 á Gøtusandi og eina náttúru mynd frá Mykinesi. Mykines myndin vísti ein stóran klett, sum lættliga kundi líkst einum fokk jú fingri. Hugsast kann, at tað var har frá, at Niels og hinir báðir limirnir í bólkinum fingu íblástur til at gera ein stóran fokk jú fingur.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Umframt[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Rethinking-nordic-colonialism.org, Mynd av umrødda listarverki í Norðurlandahúsinum
  2. Planet.fo Besta fløgan er føroysk

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]