Ólavur Jakobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Ólavur Jakobsen, f. 1964, er ein føroyskur tónleikari, hann er av Kamarinum í Havn. Ólavur er formaður í LISA (Listafólkasamband Føroya).[1]

Innihaldsyvirlit

Lívsleið [rætta]

Hann byrjaði sum smádrongur at spæla gittara. Spældi hjá m.a. pápanum Eyðbjørn Jakobsen, ið er ein av systkjunum í bólkinum Tey av Kamarinum. Fyrstu gittarfyrimyndir Ólavs vóru Chet Atkins, Hank B. Marvin, Jimmy Page og Georg Harrison, men eftir at hava hoyrt spanska meistaran Andrés Segovia og seinni hitt Sir Julian Bream, so var leiðin løgd inn í ein heilt annan tónleikaheim.

Hann var so at siga sjálvlærdur innan klassiskt gittarspæl, tá ið hann, í fyrstu roynd, kom gjøgnum nálareygað á tónlistarskúlanum í Keypmannahavn.

Ólavur hevur útbúgving sum gittarleikari á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann tók diplomprógv í 1995. Lærari hansara var Ingolf Olsen. Harafturat hevur hann námsfrøðiligt prógv í gittar og el-gittarafrálæru av sama skúla. Ólavur var ársskeiðið 93/94 í Frankaríki. Hann var næmingur í París hjá franska gittarleikaranum Roland Dyens.

Hann var í 2006 formliga við til at byrja Musikkskúla Miðnám, ið er ein fyrireikandi útbúgving fyri evnaríkar tónleikarar og er hann samskipari av hesi útbúgving. Hann hevur starv sum gittarlærari á Føroya Musikkskúla.[2] og hava fleiri av hansara næmingum traðkað fram sum evnaríkir gittarleikarar m.a. Ragnar Olsen, Benjamin Petersen, Alvi Joensen og Maria Olsen.

Ólavur Jakobsen hevur spælt saman við nógvum føroyskum solistum og orkestrum m.a. Nicolinu av Kamarinum, Hanus G. Johansen, Føroya Symfoniorkestri og Aldubáruni. Hann hevur harumframt spælt við heimskendu Michalu Petri og eisini innspælt við svenska sangaranum Håkan Hagegård, umframt við íslendska bólkinum CAPUT og danska symfoniorkestrinum Collegium Musicum undir leiðslu Michael Schønwandt.

Hann hevur frumframført verk eftir flestøll føroysk tónaskøld og hevur m.a. Sunleif Rasmussen skrivað fleiri verk til hansara. Ólavur hevur eisini frumframført tónleik eftir kend útlendsk tónaskøld m.a. Gavin Bryars, Per Nørgård, Hsueh-Yung Shen, Pierre Dørge, Axel Borup-Jørgensen.

Hann er sera virkin innan føroyskt tónleikavlív, bæði sum tónleikari, fyriskipari, tilrættisleggjari og íbirtari. Eisini hevur hann verið vertur á stóru nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri heilar 6 ferðir. Fyrstu ferð í 2005. Í dag er hann búsitandi í Hoyvík.

Ólavur útgav sína fyrstu solofløgu við guitarspæli í 2012. Útgávan kom út hjá Plátufelagnum Tutl og er ætlað altjóða marknaðinum. Tónleikurin er allur skrivaður til Ólavs, men nøkur løg hevur hann sjálvur sett út fyri sologittara.

Aðrir ið hava skriva tónleikin eru Sunleif Rasmussen, Kári Bæk og Kristian Blak. Harumframt hevur hann eisini tikið eldri tónleik við, og í hesum sambandi hevur hann lagt til rættis løg hjá Jógvan Waagstein og William Heinesen. Eisini Kingolagið ”Vaag op og slae paa dine Strenge” er við á fløguni, har Ólavur Jakobsen spælir verkið í egnari útseting við støði í variatiónunum hjá William Heinesen fyri solo bratsj. Fløgan hevur fingið heitið eftir hesum lagi, men í enskari týðing: Awake, my Soul, and Sound your Strings. [3]

Aldubáran [rætta]

Ólavur Jakobsen var við til at stovna og er limur í føroyska tónleikabólkinum, kamarorkestrinum Aldubáran, sum spælir klassiskan tónleik, bæði nýggjan tónleik, sum er skrivaður til Aldubáruna og eldri klassisk verk.[4]

Tónleikaútgávur [rætta]

Egnar útgávur [rætta]

  • Awake, my Soul, and Sound your Strings. Tutl, 2012.

Útgávur saman við øðrum [rætta]

Ólavur Jakobsen hevur verið við til at spælt og/ella komponera/arrangera/framleitt fleiri tónleika útgávur:

  • Boreas
  • Surrounded (CAPUT)
  • Nicolina syngur í Sandavágs kirkju (2003)
  • Signaða sól (Sanna í Brekkunum)
  • Just Before the Dawn (Corona Guitar Kvartet)
  • Dámliga Gøtan (Tvey av Kamarinum)
  • Don Quixotte (Kim Helweg) (Collegium Musicum)
  • Fýra bjarkir (Peter Hentze Niclasen) (2009) [5]
  • Dancing Raindrops (Sunleif Rasmussen) (2011)
  • Janus er ein stjørna (Aldubáran) 2011
  • Light and Darkness (Anna Klett. Tónleikur eftir Kristian Blak) 2012

Álitisstørv [rætta]

Ólavur Jakobsen hevur / hevur havt fleiri álitisstørv m.a.:

  • Nevndarlimur í Konsertfelagnum (2003-2009) Konsertfelagið
  • Formaður í Einleikarafelag Føroya (2007-) Einleikarafelag Føroya
  • Føroyskt umboð í Nordisk Råds Musikpris (2007/08) www.norden.org
  • Tónleikaraumboð í fyrstu úrtøkunevndini (2007-08) í Listaleypinum www.nlh.fo
  • Formaður í LISA, nevndarlimur síðan 2010, formaður síðan 2012.[6]
  • Nevndarformaður og dagligur leiðari í tónleikabólkinum Aldubáruni, (1998-2005)
  • Stigtakari til og samskipari av Musikkskúla Miðnámi, ið er fyrireikingarskeið til hægri lesnað fyri evnaríkar tónleikarar (2006-) www.tm.fo

Keldur [rætta]

  1. Lisa.fo
  2. TM.fo
  3. Aktuelt.fo, Ólavur Jakobsen ger fløgu til altjóða marknaðin
  4. Aldubaran.com
  5. Olavurjakobsen.com
  6. Listafólkasamband Føroya (LISA)

Útvortis ávísingar [rætta]