Ólavur Højgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ólavur Højgaard er ein føroyskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Í 1980-árunum var hann virkin í tónleikabólkinum Vestmenn úr Vestmanna. Ólavur og Martin Joensen gjørdu løgini, t.d. gjørdi Ólavur lag til sangin Leygarkvøld í Havn, meðan Martin skrivaði tekstin.[1] Sangurin gjørdist ein landaplága og verður ofta sungin til veitslur kring alt landið. Í 2000-árunum gav hann tvær fløgur út í egnum navni, Úr Vestmanna til Nashville kom í 2005 og When I'm Dreaming varð útgivin í 2008.[2] Ólavur starvast sum tali- og hoyriráðgevi á Sernám.[3]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2008 - When I'm Dreaming
  • 2005 - Úr Vestmanna til Nashville

Við Vestmonnum[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. martinjoensen.wordpress.com
  2. rateyourmusic.com, Ólavur Højgaard
  3. Sernam.fo[deyð leinkja]
  4. Rateyourmusic.com