Ódn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Soleiðis kann ein ódn síggja út frá rúmdini, (satelittmynd)
Kort yvir Atlantarhavs ódnir í 1988.

Ódn er ringasta veður ein kann hugsað sær. Himmal og hav standa í einum, og fólk mugu taka alt leyst tilfar, sum liggur úti, upp og fáa tað til høldar innandura ella surra tað væl fast. Síðan mugu fólk halda seg innandura, so leingi ódnin leikar í. Harður vindur verður kallaður ódn, tá vindmegin er 12 á Beaufort-talvuni, sum merkir at vindmegin er í minsta lagi 32,8 m/s. Tað er ikki ofta, at slíkar ódnir herja, men tað kemur meir enn so fyri. Í Føroyum er hetta hent fleiri ferðir, t.d. minnast mong fólk sonevndu Jólaódnina, sum herjaði í Føroyum í 1988 og gjørdi sera stóran skaða. Jólaódnin var beint áðrenn jól í 1988. Um kvøldið hin 24. november 2011 rakti aftur ein ódn beint á Føroyar[1] og gjørdi skaða kring alt landið.[2] Normenn nevndu ódnina Berit.[3]

[rætta] Keldur

  1. Vejret.tv2.dk, Orkan rammer Færøerne i aften
  2. Vagaportal.fo, Løgreglan: Skaðar eru um alt landið
  3. Storm.no, Ekstremværet Berit: Venter hundreårsbølger langs kysten
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál