Íslandsgás

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Íslandsgás
Anser brachyrhynchus.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Anseriformes
Familja: Anatidae
Ætt: Anser
Slag: A. brachyrhynchus

Íslandsgás ella svalbarðsgás (frøðiheiti - Anser brachyrhynchus) líkist korngás og grágás á liti, men er góðan mun minni. Nevið er stutt, svart í innara helmingi, reytt í ytra. Føturnir eru reyðir. Tær eiga í ómetiligum meingi norðuri á Svalbarði og helst longur norðuri við. Um veturin eru tær í óføra stórum flokkum í Skotlandi og Onglandi, so varnar, at tað er ikki meir enn hending at sleppa teimum nær. Sera sjaldan vitast korngás ella svalbarðsgás at vera sæddar í Føroyum. Ivaleyst eru tær tó ikki so heilt sjaldsamar. Flestallir menn kenna tær ikki frá grágás, sjálvt um teir hava tær í hondini; og sjálvt teir fuglakønu kunna ikki kenna tær, uttan teir koma teimum nøkurlunda nær.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]