Írskt mál
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Írskt (mál))
Írskt (Gaeilge, Enskt: Irish) er Goideliskt (Gæliskt) mál nærskyldt við Skotskt gæliskt og Manskt, sum tosað er í Írlandi. Írskt verður framvegis tosað í smáum innlendisøkjum, serliga í Connacht, har vesturi í Írlandi. Økini har írskt framvegis verður tosað verða nevnd Gaeltachtaí (eint. Gaeltacht), og fólkini verða nevnd Gaeilgeoirí (orðarætt "eldhugað írskmælt fólk").
Írskt mál er, saman við eingilskum, alment mál í Írlandi, og tvungin lærugrein í øllum almennum fólkaskúlum í Írsku Republikkini.
Tvímælt skelti á Írskum og Enskum