Ánirnar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Ánir)
Far til: navigatión, leita
Ánir
Ortsschild-kl.png
Ánir á Føroyakortinum.
Postnummar FO 726
Kommuna Klaksvíkar kommuna
Íbúgvar (2013) 55

Ánir er ein bygd á Borðoynni millum Klaksvík og Strond. Í Ánunum kom bygd um leið 1840. Í 2009 vóru 15 nýmótans íbúðir bygdar í Ánunum. Fólkatalið var 16 í 2007, men í 2013 var talið komið upp á 55. Bygdin er partur av Klaksvíkar kommunu og liggur 3 km norðanfyri Klaksvík. Norðhavnin er í Ánunum, havnin er alternativ havn hjá Norrønu og talið av ferðamannaskipum úr øðrum londum er vaksandi, tey leggja at við Norðhavnina og síðan kunnu ferðafólkini fara ein túr til Klaksvíkar ella onkra útferð. Tunnil er millum Ánir og Árnafjørð, hann var tikin í nýtslu í 1965 og er 1680 metrar langur. Vegurin sum kemur úr Klaksvík gjøgnum Ánirnar fer víðari norðureftir til byrgingina til Haraldssund á Kunoynni.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Ánir.
Faroe Islands stub.svg Hendan greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana