Áarstova

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Áarstova í Havn er serstakliga kend fyri at hava verið barnaheim Hans Andrias Djurhuusar og Janus Djurhuusar. Saman ganga teir eisini undir heitinum Áarstovubrøðurnir.

Áarstova í Havn stóð millum Gongina, Knússstovu og Cáfe Natúr. Í Áarstovu vóru koyggjusengur. Roykstovan hevði moldgólv, meðan glassstovan hevði trægólv. Í erva var eitt kamar, har svóvu brøðurnir Hans Andrias og Janus.

Út móti ánni varð seinni ein útbygningur bygdur upp í húsini. Um veturin, tá landsynningur var, kundi vera so nógvur súgur, at tað breyt niðan um húsini.